Við 3-1 sigri á Mjølni lyfti SÍ seg eitt stig upp um Fleyr, sum frammanundan lá á øðrum plássi, og harvið er tað, sum støðan er nú, SÍ sum skal møta Drátti í FM-finalunum.
Men SÍ fekk ein rættiligan hvøkk í kvøld, tá Mjølnir vann fyrsta settið og eisini hótti í fjórða.
Mjølnir fekk eina flúgvandi byrjan upp á fyrsta sett og legði seg á odda 6-1 og 10-6, áðrenn SÍ javnaði til 11-11. Síðan skiftust liðini um at at vera á odda, og ikki fyrr enn við sínum fjórða settbólti eydnaðist loksins Mjølni at vinna settið 30-28. Tá hevði SÍ havt tveir settbóltar.
Men í øðrum setti vísti heimaliðið, hví tað hóast alt er tað, sum liggur á finaluplássinum. Skjótt gjørdist munurin bæði fimm og tíggju, og endaði á átta: 25-17. Hetta gjørdist eisini munurin í triðja setti, har Mjølnir annars hevði lagt seg á odda 5-0, men alt fór fyri mutur og skutur, tá SÍ vann 11 tey næstu stigini og legði seg á odda 11-5!
Fjórða sett var leingi javnt og Klaksvíkingar fylgdu við heilt til 20-19 til SÍ, tá sørvingar vunnu avgerandi stigini og settið 25-21.
Næsta vikuskiftið verður rættiliga avgerandi fyri, hvør av teimum báðum, SÍ og Fleyr, kemur í finaluna. Fríggjadagin skal SÍ til Suðuroyar at møta TB, sum er í góðum stima og hevur fingið stig í teimum seinastu fimm dystunum – eitt nú ímóti Fleyr og Drátti. Dregur SÍ svart í Trongisvági, so eru dyrnar gloppaðar fyri Fleyr, sum leygardagin skal spæla ímóti Drátti á Giljanesi. Men so skal Fleyr eisini hava stig, tí ella skal Fleyr aftur hava hjálp frá Mjølni, sum tekur ímóti SÍ í seinasta dystinum undan finalunum. Og so er spurningurin: Kunnu Mjølnir-kvinnurnar gera tað eitt lítið sindur betri á heimavølli, enn tær gjørdu á útivølli í kvøld?
Nr. 1 og 2 leika tvær finalur um føroyameistaraheitið. Fyrra finalan verður leikt á heimavøllinum hjá liðnum sum er nr. 1 í sjálvari landskappingini. Seinna finalan verður leikt í høllini á Hálsi leygardagin 27. apríl. Vinna liðini hvør sína finalu – sama hvat settmunurin er – so verður føroyameistaraheitið avgjørt við einum gullsetti upp í 15 beint eftir seinnu finaluna.
Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur:
Nr. | Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
1 | Dráttur | 16 | 34 | 42 |
2 | SÍ | 16 | 13 | 32 |
3 | Fleyr | 16 | 16 | 31 |
4 | TB | 15 | -1 | 22 |
5 | Mjølnir | 16 | -12 | 19 |
6 | KÍF | 16 | -9 | 18 |
7 | Ternan | 15 | -41 | 1 |
Fríggjadagin 12. apríl: TB – SÍ kl. 18:00
Leygardagin 13. apríl: Dráttur – Fleyr 13:00
Sunnudagin 14. apríl: Mjølnir – KÍF kl. 13:00
Sunnudagin 14. apríl: TB – Ternan kl. 14:30
Mikudagin 17. apríl: Dráttur – Ternan kl. 19:00
Leygardagin 20. apríl: KÍF – TB
Leygardagin 20. apríl: Mjølnir - SÍ
Leygardagin 20. apríl: Ternan - Fleyr