SÍ klintrar og KÍF dragnar

Føroya Tele-deildin, kvinnur: KÍF – SÍ 0-3 (24-26, 11-25, 16-25)

Mynd: SÍ kvinnur
Flogbóltssamband Føroya
3. desember 2023 kl. 15:15

Fyri fimm vikum síðani legði KÍF seg á odda í Føroya Tele-deildini eftir 3-0 sigur á SÍ. Nú er vent í holuni; SÍ vann hesa ferð 3-0 og er farið at klintra á stigatalvuni, meðan KÍF hevur tapt allar sínar fýra dystir 3-0 síðani áðurnevnda 3-0 sigur á SÍ.  

Tað kom dátt við hjá KÍF, at Eyðrið E. Hansen sat uttanfyri við skaða, og týðiligt var, at slagstyrki vantaði á liðnum, og so var tað steinur oman á byrðu, at libero Lisa Johanna Niclasen var sjúk. Haraftrat situr langtíðarskaddi hevarin, Guðrun L. Joensen, uttanfyri við skaða. 

Heimaliðið rann aftaná stóran part av fyrsta setti, og hvørja fer KÍF fekk samband, svaraði SÍ aftur og legði seg framumaftur við trimum og fýra stigum. Soleiðis legði SÍ seg á odda 6-2, 11-7 og 15-12, men tá KÍF javnaði til 18-18, megnaðu tær at halda fast, og eftir trý stig á rað hevði KÍF vunnið sær settbólt. SÍ tók leikbrá, og tað loysti seg, tí SÍ vann næstu trý stigini og settið 26-24.