SÍ hevur framvegis fult stigatal

Flogbóltur kvinnur: Í dag endaði tað við 3-0 sigri ímóti Fleyr, sum er næstfremst

Flogbóltssamband Føroya
8. desember 2024 kl. 22:45

Hotel Djurhuus-deildin:
SÍ – Fleyr 3-0 (25-20, 26-24, 25-20)

Enn hevur eingin megnað at fingið stig ímóti SÍ, og hóast kappingin framvegis er ung, so er eingin ivi er um, at SÍ verður annað av liðunum í FM-finalunum í mars.

Venjarin hjá Fleyr, Kristian Mikkelsen, kendi seg noyddan at taka kreppuleikbrá eftir bara fimm bóltar, tá ið SÍ hevði lagt seg á odda 5-0. Kanska steðgaði tað bløðingini eina løtu, men ongantíð kom Fleyr afturíaftur í settinum, og eina løtu vaks munurin upp í 10 stig við støðuna 17-7. Fleyr pyntaði eitt lítið sindur upp á støðuna móti endanum á settinum, sum SÍ vann 25-20.

SÍ setti seg eisini tungt á annað sett og legði seg á odda 6-1. Aftur tók Fleyr leikbrá, og hesa ferð munaði betur, og Fleyr javnaði til 8-8. SÍ hevði tó huga at fara undan aftur og legði seg á odda 19-14, tá ið Fleyr svaraði aftur og fór framum 22-20 og spældi seg eisini til settbólt við støðuna 24-23. SÍ vann tó næstu tríggjar bóltarnar og settið 26-24.

Fleyr fylgdi so dánt við í triðja setti; javnaði til 16-16 og fór framum 17-16, men góða løtan var stokkut, tí SÍ fór framum aftur og vann trygt 25-20.



Mjølnir – Dráttur 3-0 (25-23, 25-11, 25-13)
Í Klaksvík vann Mjølnir tryggan sigur á Drátti. Tað var bara í fyrsta setti, at heimaliðið fekk líkinda mótstøðu, eftir at Dráttur hevði lagt seg á odda 7-1, men Mjølnir javnaði tó til 8-8. Dráttur togaði seg framum aftur 14-13, 21-18, 22-20 og 23-21, men so vann Mjølnir fýra tey næstu stigini og tryggjaði sær settið 25-23.

Við sigrinum fór Mjølnir upp á triðja plássið við sama stigatali sum TB, men við betri settmuni, bæði eitt stig aftanfyri Fleyr á øðrumplássi. Fleyr hevur tó spælt ein dyst færri enn hini bæði.

 

Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:

Nr. 

Lið

Dystir

Settmunur

Stig

1

7

19

21

2

Fleyr

6

4

11

3

Mjølnir

7

2

10

4

TB

7

-2

10

5

KÍF

6

-2

8

6

Dráttur

7

-21

0