SÍ er steypavinnari í kappingini hjá gentum 12

Gentur 12 liðið hjá sørvingum vann í dag ein tepran sigur á gentunum úr Kollafirði

Ragnar Sjúrðarson
4. mars 2023 kl. 12:20

SÍ - KÍF 2-0 (25-22, 25-22).

Talan gjørdist um sera spennandi dyst, sum leikliga var á sera høgum stigi. 

SÍ legði betri frá landi, men KÍF tók tær aftur og líkt var til, at KÍF fór vinna fyrsta sett, men í móti endanum vann SÍ fleiri bóltar á rað og tók settið.


Í øðrum settið var SÍ fyri tað mesta á odda við einum ella tveimum stigum.


Dagsins leikari hjá SÍ var Anna Katrina í Haraldsstovu og dagsins leikari hjá KÍF var Hallgerð Mote.