Sum vant, so bleiv talan um sera tættan dyst ímillum SÍ og ÍF, sum SÍ vann 3-2.
Andreas Zachau segði á Rás 1 hjá Televarpinum í gjárkvøldið, at hóast hagtølini høvdu SÍ sum greiðan favoritt, so fór talan at verða um ein tættan dyst. Hesum fekk hann rætt í. Hann fekk tó ikki rætt í, hvør vinnarin fór at verða. SÍ stríddi seg ígjøgnum ein tættan dyst og vann tepurt 3-2.
Í mun til nógvar av undanfarnu dystunum var ÍF sum hamskift og vísti eina styrki, sum fuglfirðingar ikki hava gjørt leingi. Serliga var tað ungi Hákun Nón, sum legði eitt stórt servutrýst og Vuk Ilic, sum var sera stinnur í blokkinum. Sterkur servurnar frá leikandi venjaranum hjá SÍ, Christiano Campos, góðu heldur ikki ÍF somu trupuleikar, sum í onkrum av undanfarnu dystunum ímillum hesi liðini.
Hetta gjørdi, at dysturin bleiv serliga tættur og spennandi og skuldi avgerðast við einum javnbrótara. Her kostaðu servufeilir og netkantar tó ÍF ov nógv stig, soleiðis at SÍ fekk eina mundandi leiðslu í 5 settinum. ÍF megnaði ikki at vinna hesa leiðsluna innaftur og so endaði SÍ, vælfortjent, í finaluni.
Síðsti dysturin í dag, ímillum Mjølnir og Fleyr avgerð, hvørjum SÍ møtir í finaluni.