SÍ er føroyameistari í flogbólti hjá gentum 19

Gentur 19 hjá SÍ eru júst vorðnar føroyameistarar. SÍ leikti finaluna ímóti Mjølnir og vann 3-1.

Ragnar Sjúrðarson
25. mars 2023 kl. 16:31

SÍ-Mjølnir: 3-1 (25-16, 25-17, 24-26, 25-14)

Fyrst í mars vunnu sørvágsgenturnar eisini steypafinalurna ímóti Mjølnir, so tær eru nú greipuvinnarar. 


Dysturin var sera spennandi og hartil væl leiktur til tíðir. Í 1. og 2. settið var SÍ greitt omaná. Í 3. settið kom Mjølnir sera væl frá byrjan, men sum fráleið vann SÍ leiðsluna aftur og líkt var til, at tær fóru eisini at vinna 3. settið. Eftir at Mjølnir-venjarin tók leibrá, vendi gongdin og Mjølnir vann 3. settið 26-24.

Í 4. settinum fekk SÍ skjótt greiða leiðslu, men Mjølnir kom afturíaftur. Men ikki nóg mikið, tí í seinnu helvt av settinum fleyg SÍ avstað aftur - vann aftur greiða leiðslu - og vann settið og hartil føroyameistaraheitið 25-14.

Dagsins leikari fyri SÍ varð Sólfríð Højgaard Poulsen og dagsins leikari fyri Mjølnir varð Rebekka Osberg Højsted.

Allir dystirnir síggjast á Rás 1 á Televarpinum.