Shu-Bi-Dua hitt á Okkara Voxbotn 2018

Tað verða Shu-Bi-Dua tónar fyri allar pengarnar, tá Hardinger Band fer á pallin á ársins konsertdegi, 30. juni

Innsent
6. desember 2017 kl. 09:53

Tað verða Shu-Bi-Dua tónar fyri allar pengarnar, tá Hardinger Band fer á pallin á ársins konsertdegi, 30. juni. Tí sjálvt um Shu-Bi-Dua ikki er til meira, so livur tónleikurin víðari við Hardinger Band, sum eru mennirnir, ið myndaðu ein tann best umtókta bólkin í Danmark nakrantíð. 

Shu-Bi-Dua gavst at spæla í 2011 eftir at forsangarin Michael Bundesen fekk ein blóðtøpp. Men síðani tá hevur tað verið Hardinger Band, sum hevur ført stóra sangskattin hjá Shu-Bi-Dua víðari.

Hardinger Band byrjaði upprunaliga í 1988 undir navninum Hardinger/Thorup. Bólkurin bleiv stovnaður av Shu-Bi-Dua-limunum Michael Hardinger og Jørgen Thorup og skuldi bara verða ein bólkur, sum teir báðir høvdu at hugna sær við, tá teir ikki spældu við Shu-Bi-Dua. 

Umframt at spæla á konsertum í Danmark, hevur bólkurin eisini givið fløgur út. Í 1988 komu fløgurnar Kuntoman og Vi ku' ikke la' vær og fyri kortum gav bólkurin fløguna Sym-fo-19 út við gomlum demo-sangum frá Shu-Bi-Dua tíðini. 

Bólkurin er mannaður av Michael Hardinger, Jørgen Thorup, B-Joe, Kim Daugaard og Flemming Olsen.

Nú koma teir so á Okkara Voxbotn 2018, har teir fara at spæla øll Shu-Bi-Dua hittini á tamp, løg sum Hvalen Hvalborg, Fed Rock, Nam Nam, Sår på en alpetop o.s.fr.

Umframt Hardinger Band, er longu avdúkað, at Nephew, Gilli og Byrta eisini verða við á Okkara Voxbotn 2018. Komandi tíðina verða enn fleiri nøvn avdúkaði.

Forsølan til Okkara Voxbotn 2018 hevur gingið sera væl. Ongantíð áður hevur gravgangurin eftir atgongumerkjum verið so stórur sum hesaferð, og fyriskipararnir vænta, at tað fer at verða útselt um ikki so langa tíð. Tað hevur verið útselt til Voxbotn øll árini - seinast fleiri mánaðar áðrenn Voxbotn byrjaði.