Altjóða shippingvinnan rópar nú varskó. Koronakreppan hevur rakt sjófólk kring allan heimin hart. Fleiri hava trupult við at ferðast millum skip og heimland, og nógv hava nú verið umborð í yvir eitt ár. Hetta kann fáa stórar fylgjur fyri alheimshandilin skrivar Berlinske á heimasíðuni.
Eini 400.000 sjófólk eru strandaði umborð á skipum, ella við hús, tí tey ikki fáa ferðast í millum vegna korona ferðaavmarkingarnar. Tað hevði við sær, at manningin á einum týskum skipið í síðstu viku noktaði at sigla víðari, fyrrenn nýggj manning kom umborð. Væntandi koma fleiri slík verkføll eftir 16. juni, tá neyðreglurnar fyri shippingvinnuna og samstarvsfólkini gongur út.
Fleiri av manningunum hava nú verið umborð longri enn loyvt er. Sjóðfólk kunnu vera 11 mánaðar umborð, men fleiri hava verið umborð í 15 mánaðar, skrivar Berlinske.
Maritimi vøruflutningurin stendur tí nú í vanda. Umleið 80 prosent av alheimsvørunum verða førdar yvir hav. Tað stendur alt í vanda nú, um heimsstjórnirnar ikki gera serligar ferðaskipanir fyri sjófólk, so at manningarnar kunnu skiftast.
Tí roynir shippingvinnan nú at trýsta heimsinsstjórnir fyri at finna eina loysn sum skjótast.