Shinzo Abe: Drápið hevði samband við Moonies

Leiðarin hjá Moonies var eftir øllum at døma veruliga málið hjá drápsmanninum hjá Shinzo Abe

Tetsuya Yamagami verður handtikin eftir at hava skotið Shinzo Abe. Mynd: EPA
Steinar Patursson
11. juli 2022 kl. 12:35

Tað var eftir øllum at døma vreiði inn á kirkjuna Unification Church, sum elvdi til, at Tetsuya Yamagami í farnu viku skeyt og drap fyrrverandi japanska forsætisráðharran, Shinzo Abe, og kirkjan, hvørs fylgjarar vanliga verða kallaðir Moonies, hevur váttað, at mamma Tetsuya Yamagami var limur í kirkjuni.

Shinzo Abe varð skotin til deyðis av 41 ára gamla Yamagami í farnu viku, og sambært The Guardian hevur Yamagami gjørt greitt, at hóast hann ætlaði at gera av við Abe, var veruliga drápsmálið leiðarin í Unification Church.

Sambært The Guardian hevur Yamagami greitt myndugleikunum frá, at mamma hansara gav kirkjuni eina stóra peningagávu fyri fleiri enn 20 árum síðani, ið elvdi til, at familjan kom í peninganeyð.

Forsetin í Unification Church, Tomihiro Tanaka, hevur greitt frá, at hvørki Abe ella Yamagami vóru limir í kirkjuni, men umvegis videosamskifti sendi Abe kirkjuni eina heilsan í fjør.

Unification Church, ella Family Federation for World Peace and Unification, sum hon eitur, varð sett á stovn í 1954 av suðurkoreanska Sun Myung Moon, og í nógv ár vóru atfinningar um, at talan var meira um eina kult heldur enn eina kirkju.