Síðani fyrst í apríl hevur størsti býurin í Kina, Shanghai, verið afturlatin, men í dag opna handlar og sølumiðstøðir aftur. Sostatt byrjar ein gerandisdagur aftur, ið minnir um tíðina áðrenn korona legði landið lamið.
Á tíðindafundi týsdagin boðaði varaborgarstjórin í Shanghai, Zong Ming, frá, hvussu býurin partvíst fór at lata upp aftur. Fólk í umráðum við “lágum vandabólki” sleppa aftur til arbeiðis. Tokferðslan fer eftir ætlan upp at koyra, eins hon gjørdi áðrenn afturlatingini. Eisini fer talið av innanríkis flogferðslu væntandi at vaksa.
Matstovuvinnan í býnum skal eisini upp aftur í ferð. Eftir ætlan sleppa matstovurnar at taka ímóti gestum, sum hava eina negativa pcr-kanning, ið ikki skal vera meir enn 72 tímar gomul. Matstovurnar sleppa ikki at vera fullar, men skulu einans taka ímóti 75 prosent av tí, sum tær eru førar fyri.
Kompromileysi null-korona politikkurin, sum Kina hevur nýtt, hevur borið við sær, at hundraðtals av milliónum av borgarum hava verið undir ymiskum korona tiltøkum. Koronatiltøkini hava verið ógvuslig, millum annað við drúgvum sóttarhaldum og hópkanningum.
Afturlatingin í Shanghai hevur havt ógvusligar fylgjur fyri fíggjarstøðuna í býnum. Tískil kemur tað eisini væl við, at býurin nú partvíst letur upp aftur.