Í Klaksvík hava teir fokus á Champions League dystinum týskvøldið ímóti Molde. Tíðindini úr KÍ leguni nú á middegi benda á, at tað eisini verður hugsað um framtíðina.
KÍ boðar frá, at nýggjur sáttmáli er undirskrivaður við René Shaki Joensen. Hann er galdandi fyri 2024 og 2025.
30 ára gamli landsliðsspælarin hevur verið í Klaksvík síðani fyrstu í 2022. Hann er lyklaspælari, sum er fastur maður á liðnum. Hann megnar at røkja øll plássini úti á vøllinum. Hann hevur verið vongverji í báðum borðum, miðverji, sentralur miðvallari, framrættaður í borðunum, og onkra ferðina hevur hann verið álopsspælari.
Síðani hann kom til Klaksvíkar hevur René Shaki Joensen sambært faroesoccer.com spælt 53 dystir og skorað fýra mál.
René Shaki Joensen hevur umboðað Føroyar í 44 landsdystum og skorað trý mál.