Shaki avloysir Sivert

Málskjúttin fyri einari viku síðani er í framrættaðum leikluti í kvøld

Jóannes Hansen
31. august 2023 kl. 17:27

Tá ið sammett verður við liðið, sum var á vøllinum frá fyrsta bríksli fyri einari viku síðani ímóti FC Sheriff, so hevur Magne Hoseth gjørt eina broyting á KÍ liðnum.

Í løtuni fyrireika KÍ spælararnir seg í Tiraspol. KÍ liðið minnir nógv um tað, sum spældi 1-1 ímóti FC Sheriff, men talan er tó um eina broyting.

René Shaki Joensen, sum var skaddur í síðstu viku, er millum teir fyrstu ellivu, og Sivert Gussiås, sum fyri viku síðani var millum teir fyrstu ellivu, er í kvøld á beinkinum. Tað sær út til, at René Shaki Joensen verður ytstur í vinstru á miðvøllinum í 3-4-3 uppstilling, sum ivaleyst í longum løtum fer at síggja út sum 5-4-1 uppstilling. Frammanfyri René Shaki Joensen verður Patrick da Silva, sum skoraði KÍ málið fyri einari viku síðani.

KÍ: Nils Jonatan Johansson – Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Vegard Forren – Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Luc Kassi, Patrick da Silva

Á beinkinum: Markus Olsen Pettersen, Mads Bo Mikkelsen, Páll A. Klettskarð, Jonn Johannesen, Sivert Hussiås, Børge Petersen, Óli Eyðsteinsson Poulsen, Hallur Hansson

Venjari: Magne Hoseth