Seyðasýning verður í Kvívík leygardagin

Sýnarar koma úr Suðuroy og byrja at sýna kl. 13.00

Oluf Müller
18. oktober 2024 kl. 13:51

Leygardagin 19. oktober 2024 verður seyðasýning í Kvívík. Aftur í ár verður tiltakið í Seyðahúsinum hjá Ognarhaganum á Símunarbrekku.

Allir seyðirnir fáa eitt nummar, so sýnarar ikki vita hvør eigur hvønn seyð. Hetta fyri at hava eina so óhefta meting sum møguligt.

Fyriskiparnir gera klárt um morgunin. Sýnarar koma úr Suðuroy og byrja at sýna kl.

 13.00, har mát verða tikin av seyðunum

Virðislønir vera latnar fyri:

  • Hagi (1, 2 & 3)

  • Seyður (1, 2 & 3)

  • Veðrur 1

  • Eldri veðrur 1

 

Kaffi/te og kaku til øll vitjandi.

Eftir seyðasýningna vera haru hagarnir seldir

Vónandi fáa vit ein góðan og hugnaligan dag saman

Tiltakið er alment og øll eru vælkomin, siga fyrireikararnir.