Meðan forsætisráðharrin heldur, at ákærurnar eru álvarsamar, so sigur hon samstundis, at tað enn ikki er gjørd nøkur niðurstøða um framtíðarstøðuna hjá yvirborgarstjóranum.
- Eg síggi hetta sum sera álvarsamt. Uttan at skava útyvir nakað, so er tað eyðsæð, at vit í Sosialdemokratiska flokkinum eisini hava trupulleikar. Tað skal broytast nú.
- At gera ónáðir og gera seg inn á onnur kann ikki verjast. Vit skulu í felag skapa eina mentan, har hetta ikki er í ordan. Hvørki í orð ella í verki, sigur Mette Frederiksen í einari skrivligari viðmerking.
Hon leggur dent á, at støða ikki er tikin um hetta málið.
- Eg ynski at gera tað klárt fyri øllum, at enn er ikki nøkur niðurstøða gjørd í málinum næstformannin í Sosialdemokratiska flokkinum og yvirborgarstjóran í Keypannahavn, Frank Jensen, sigur Mette Frederiksen.
Aðalstjórnin í Sosialdemokratiska flokkinum hevur sett á stovn eina skipan, har til ber at boða frá um sakir, har fólk hava gjørt seg inn á onnur.
Mette Frederiksen heitir á øll tey, ið hava verið út fyri illgerðum, um at boða frá, so sakirnar kunnu verða nágreinaðar.
Frank Jensen helt tíðindafund í gjár, har hann legði seg skerflatan og segði seg hava gjørt seg inn á onnur. Tó helt hann, at hann, frá at vera partur av trupulleikanum, nú kundi gerast partur av loysnini – at koma sexuellum ágangi til lívs.
Kelda: Ritzau