Á Zulu Comedy Galla fyri tveimum vikum síðani avdúkaði X-Factor verturin, Sofie Linde, hvat henni hevði verið fyri á jólafrokosti í DR, tá hon, sum 18-ára gomul, fekk tvinnar kostir í at velja av einum av teimum stóru kanónunum í Danmarks Radio: Antin kom hon út við sær á vesi og gav honum oralsex, annars hótti hann henni við, at hann skuldi oyðileggja hana og hennara yrkisleið.
Líka síðani hevur sexisma verið heilt stóra samtaluevnið í donskum miðlum. Danski ráðharrin í javnrættindum, Mogens Jensen, setti herfyri Sofie Linde stevnu. Eftir fund teirra millum segði ráðharrin, at hann hevur sett sær fyri at fara og kanna, um nýggj lóggáva – viðvíkjandi sexismu á arbeiðsplássinum – er neyðug.
Mánadagin skal ráðharrin hittast við umboð fyri fakfeløgini og arbeiðsgevarafeløgini.
Lógarkrav í Kalifornia
Meðan danir royna at finna útav, hvørt lóggávan á økinum skal broytast ella ikki, so er tað eitt lógarkrav í amerikanska statinum Kalifornia; at arbeiðspláss senda síni starvsfólk á skeið, har tey skulu læra um góðan atburð. Her er leikvøllurin kritaður klárt og týðiliga upp, sambært føroyska stovnarinum av Vivino, Heina Zachariassen, sum í viðurkenda vinnublaðnum Børsen kemur við sínum íkasti til kjakið um sexismu.
- Tá ein fyritøka veksur seg til eina ávísa stødd, so er tað í Kalifornia eitt lógarkrav at fáa venjing, hvussu ein skikkar sær á einum arbeiðsplássi. Øll okkara starvsfólk í USA hava verið ígjøgnum hetta, ið kallast “sensitivity training,” greiðir Heini frá í blaðnum.
Tá starvsfólk fara á hesi skeið, so er tað yvir video og handlar í grundini um, hvussu starvsfólk tosa við hvønn annan og hvat er ikki góðtikið í einari arbeiðsstøðu. Fleiri av teimum meginreglunum eru síðani førd yvir til restina av fyritøkuni.
- Vit eiga jú at vera samd um, hvussu vit uppføra okkum, og her hava vit hert viðtøkurnar, tá tað kemur til samverutóna og atburð, sigur hann.
Keldur: Børsen og Ritzau