Ágangurin kemur sum oftast frá teimum, sum ikki eiga SEV, men frá øðrum, sum tykjast hava egin áhugamál í SEV og ikki hugsa um borgara og vinnulív, ið jú hava rindað fyri allar orkuútbyggingar, sum higartil eru gjørdar. Tað er nevniliga ikki landið, sum eigur nakran heiður fyri SEV – men einans takkað verið framskygdum kommunum, nevnd og leiðslum – heilt síðan fyrsta vatnorkuverk bleiv bygt í Botni fyri yvir 100 árum síðani, til hendan dag.
Tó eru nýggjar tíðir fyri framman og nýggj krøv til orku. Krøvini koma mangan uttanífrá, og vit í Føroyum fáa ikki broytt tey. Eitt tílíkt krav, ið er ávegis, er frá ES og snýr seg um útlát frá skipum.
ES hevur samtykt nakað, ið eitur “Fit for 55”. Ógvuliga stutt sagt, snýr tað seg um at minka um vakstrarhúsútlátið við 55% áðrenn ár 2030. Tað vil siga, at umleið 5 ár eru eftir til málið skal vera rokkið. Hetta minnir um prátið, sum hevur verið í Føroyum um mál fyri 2030.
Tó er púra ógjørligt hjá føroysku kommununum at gera sítt íkast, har størst møguleikar liggja, nevniliga við at gera íløgur í landstreym.
Her mugu eigararnir á banan og tryggja, at SEV gevur møguleika hjá kommununum at gera íløgur í landstreym - alt annað er at spæla hasard við føroysku flutningsvinnuna.
Tí mugu broytingar koma í SEV stýrið og kósir rættast til, so at eigarin – føroysku kommunurnar -kunnu fáa fullan ágóða av sínum íløgukrónum, sum so sanniliga eisini er gagnligt fyri umhvørvið.
Hetta krevur tó, at vit fáa ein sterkan Fólkaflokk valdan í býráðið í Havn.
Vel lista A
Vel Annfinn Hjelm