Settur í brummuna fyri at sláa barrvørð í høvdið

Hann verður nú avhoyrdur og so verður hann leyslatin

Áki Bertholdsen
14. juli 2024 kl. 09:56

Mitt í nátt varð ringt av einum skeinkistaði í Havn at melda, at ein maður hevði sligið ein barrvørð í høvdið.

Barrvørðurin fór á Landssjúkrahúsið til kanningar, men løgreglan sigur, at hann hevur ikki fingið nevnivert av skaða.

Men barrvørðar eru ein starvsbólkur, sum eru í størri vanda enn onnur at vera fyri harðskapi, akkurát sum duravørðar, hýruvognsførarar, og onnur, so tey málini verða tikin í stórum álvara.

Løgreglan sigur, at tey vita, hvør gerningsmaðurin er og hann varð handtikin stutt eftir hendingina.

Hann varð settur í brummuna og nú verður hann avhoyrdur, umframt at DNA, og onnur tekniskt prógv skulu tryggjast. Somuleiðis skulu myndirnar frá vakmyndatólum á skeinkistaðnum, kannast.

So verður hann leyslatin aftur og seinni verður málið so viðgjørt í rættinum.

Annars hevur vestanstevna verið og stevna hevur eisini verið í Sandoynni, og í tí sambandi heviur løgreglan verið til staðar. Tey hava kannað ein hóp av bilum, men allir bilførararnir vóru edrúir.