Setrið í KVF hvønn hósmorgun

Fróðskaparsetur Føroya hevur gjørt samstarvsavtalu við Kringvarp Føroya um ein søgutátt í útvarpinum hvønn hósmorgun

setur.fo
13. september 2024 kl. 06:50

Søgutátturin "Brot úr Føroya søgu" er nú fastur partur av morgunsendingini í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Talan er um nýtt samstarv millum KVF og Setrið. Í táttinum verður sjóneykan sett á serstakan persón, hending, lut ella annað úr søgu okkara.   

Fyrsti tátturin varð sendur 5. september 2024 og snúði seg um Føroyingasøgu. Andras Mortensen, lektari í søgu á Søgu- og samfelagsdeildini, legði til rættis, og Rúni Eysturlíð gjørdi ljóðmyndina.

Hoyr fyrsta tátt her.

Annar táttur varð sendur 12. september 2024 og var um Havnará. Tráin Petursson Nónklett, ph.s.-lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini, legði til rættis, og Rúni Eysturlíð ljóðblandaði.

Hoyr annan tátt her.