Altjóða politikkur verður nú lagdur undir granskaralupp á Søgu- og samfelagsdeildini. Nýggj verkætlan hevur fingið góðar 2,6 milliónir krónur í granskingarstuðli, og tað er Heini í Skorini, lektari í altjóða politikki, sum hevur ábyrgdina av verkætlanini.
- Ætlanin er at brúka peningin til eina ph.d.-verkætlan og á henda hátt uppraðfesta gransking á økinum. Síðani russisku innrásina í Ukraina í februar 2022 er evnið vorðið meiri aktuelt enn nakrantíð fyrr, og okkum tørvar nýggja vitan og gransking um, hvussu økta stórpolitiska rivaliseringin í Norðuratlantshavi ávirkar Føroyar og okkara grannalond, sigur Heini í Skorini.
Granskingarskráin í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum er játtað av Fólkatinginum, og tað er Granskingarráðið, sum umsitur hana. Yvirskipaða endamálið við granskingarskránni er at skapa nýggja vitan um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk í Norðuratlantsøkinum.
Faknevndin fyri skránna kallast FASDiNA, og hon hevur í hesum umfarinum játtað tilsamans 5.624.676 krónur til tvær granskingarverkætlanir. Hetta eru fyrstu granskingarverkætlanirnar, ið fáa játtan av nýggju granskingarskránni í uttanríkis- trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum.
Verkætlanirnar, ið fáa stuðul, eru:
The Defence and Security Strategies of the Faroes and Greenland Amidst Great Power Rivalry.
Heini í Skorini, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya.
Játtan: 2.624.676 krónur.
Greenland's Alliance Dilemma Amidst Great Power Struggles - A Comparison with Arctic and Non-Arctic States and Regions.
Maria Ackrén, Nasiffik, Ilisimatusarfik/Universitetið í Grønlandi.
Játtan: 3.000.000 krónur.