Video: Sethús í Nólsoy brunnu í grund

Klokkan 12:16 fekk alarmsentralurin fráboðan um, at eldur var í einum húsum í Nólsoy. Maðurin, sum eigur húsið, kom sær út í øllum góðum, men varð fluttur á Landssjúkrahúsið við roykeitran, sigur løgreglan

Sigurjón Einarsson
19. oktober 2020 kl. 14:02

Um døgurðaleitið sást roykur úr Nólsoy. Klokkan 12:16 fekk alarmsentralurin fráboðan um, at eldur var í einum húsum í Nólsoy.

Um hálvgum eitt-tíðina loysti LÍV hjá Havnar Bjargingarfelag, har sløkkiliðsfólk og onnur hjálparfólk vóru við, men sethúsini úti í Nólsoy stóðu ikki til at bjarga og brendu í grund.

Føroya Politi skrivar á sínum Facebook-vanga, at ein maður var í húsinum, men hann kom sær út úr húsunum í øllum góðum. 

Løgreglan skrivar, at tamarhald er á støđuni, men at ein persónur er fluttur á Landssjúkrahúsið við roykeitran.

Videoupptøkur av brennandi sethúsinum síggjast her. Maria Fornagarð Johannesen eigur upptøkurnar.