Nú verða reglurnar fyri at selja og brúka fýrverk, herdar. Nýggju reglurnar koma í gildið 1. januar og sostatt verður hetta seinasta nýggjárið, at fýrverk kann verða selt, og brúkt, sum nú.
Fýrverk verður flokkað í ymsar bólkar, men tað eru serliga tveir bólkar, sum hava áhugað fyri vanlig fólk. Tað eru:
Flokkur F1: Fýrverk við lítlum vanda og sum ikki ljóða serliga hart, og sum er ætlað til nýtslu í avmarkaðum øki, eisini innandura.
Flokkur F2: Fýrverk við lítlum vanda og sum ikki ljóða serliga hart, og sum er ætlað til nýtslu uttandura á avmarkaðum øki.
Aðrir flokkar eru fyri fýrverk, sum bara er ætlað professionellum fýrverksmeistarum at brúka.
Eftir kunngerðini er tað eitt krav, at fýrverk skal vera merkt. Eitt nú skal fýrverk í bólki F1, sum ikki er ætlað til innandurabrúk, verða merk »kann bert nýtast uttandura«. Tað skal eisini verða upplýst, hvat minsta trygdarfrástøða er.
Merkingin vera á føroyskum, donskum, norskum ella svenskum máli. Fyrverk skal eisini vera CE merkt sum vísir, at talan er um fýrverk, sum er góðkent í ES.
Men tað verður ólógligt at brúka fýrverk, sum kann mistakast fyri at vera neyðsignal, ella sum kann mistakast fyri at leikutoy ella matvøra.
Tað er heldur ikki loyvt at selja battarí, sum ikki kunnu standa av sær sjálvum - og kinesarar verða framvegis bannaðir.
Sølan av fýrverki verður eisini avmarkað, tí eftir nýggju reglunum kann fýrverk bar verða selt í fýra dagar, frá 28. desembur til og við 31. desembur. Men hetta er kortini ikki galdandi fyri fýrverk í flokki F1.
Uttanfyri hetta tíðarskeið kann Føroya Landfúti geva loyvi til sølu av brúkarafýrverki til serlig høvi.
Aldursmarkið fyri at keypa fýrverk er 18 ár, men aldursmarkið fyri at keypa fýrverk í flokki F1, er 15 ár.
Og hereftir verður bara loyvt at skjóta fýrverk í tríggjar dagar um árið, frá 31. desembur til og við 2. januar.
Samstundis verður tað nú skrivað greitt í reglurnar, at tað verður ólógligt at brúka neyðrakettir til fýrverk. Tað merkir, at neyðrakettir skulu bara brúkast, tá ið talan er um eina neyðstøðu.