Umhvørvisstovan hevur nú góðkent ætlanina hjá alivirkinum, Luna, í Sørvági, at seta eitt sólorkuverk á tekjuna á smoltstøðini á Fútakletti.
Hetta er ein íløga, Luna fer undir við tí endamáli at minka um Co2 útlátið.
Í hesum sambandi skulu 6.000 sólkyknur leggjast á tekjuna á smoltstøðini og tilsamans verður sólorkuverið 15.000 fermetrar til støddar. Tilsamans er tað upp á 2.500 kW og tilsamans fer. Tað at gera umleið 1.300.000 kWt um árið.
Tað svarar til tað, eini 300 vanlig húsarhald brúka.
Sólkyknunurnar eru viðgjørdar fyri at tær ikki skulu skyggja so illa. Sólorkuverk kunnu hava ávirkan á náttúru og umhvørvið og tí skal umhvørvisgóðkenning til.
Serliga kann talan vera um at ávirka landslagið og tað lívfrøðiliga margfeldið. Stór sólorkuverk krevja nógv pláss og sostatt kunnu tey skaða náttúruna. Tað er tí at tey taka búøki hjá plantum og djórum umframt at tey skemma landslagið.
Men av tí at sólkyknurnar verða lagdar á takið á verandi virkisbygningum, verður einki inntriv á náttúruna og landslagið, sigur Umhvørvisstovan.
Sólorkuverk kunnu skyggja illa og tað kann vera til vanda fyri fugl. Vatnfuglur kann halda, at tær skyggjandi sólkyknurnar eru vatn, og tí er vandi fyri, at hann flýgur í sólkyknurnar, og fær skaða, ella doyr av hesum.
Umhvørvisstovan sigur, at í hesum føri bendir tað á, at hesin vandin er lítil, tí sólkyknurnar eru viðgjørdar fyri at tær ikki skulu skyggja so illa, og tað minkar um vandan.
Endurskin frá sólkyknunum kann eisini vera til ampa fyri fólk, serliga í bústaðarøkjum. Eisini kann endurskin vera til ampa fyri ferðslu á vegum, á flogvøllum og á innflúgvingarleiðum til flogvøllir.
Útrokningarnar vísa, at tað helst er lítil vandi fyri, at ampi stendst av, at sólorkuverkið skyggir í sólini. Somuleiðis vísa útrokningar, at tað verður ikki til ampa fyri innflúgvingina til flogvøllin í Vágum. Sólkyknurnar síggjast ikki úr torninum á flogvøllinum, og er tí eingin vandi fyri at nakar ampi verður av tí.
Nú Umhvørisstovan góðkennir ætlanina, er tað kortini við teirri treyt, at Luna skal regluliga skráseta skaddan og deyðan fugl inni á økinum, og á hvørjum ári skulu tey senda Umhvørvisstovuni eina uppgerð um hetta.