Nú verður arbeitt við at seta MobilePay skipanina í verk í Føroyum. Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum.
Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin hevur spurt hann hví vit ikki hava MobilePay í Føroyum, um tað eru tekniska ella løgfrøðiligar forðingar fyri tí.
Landsstýrismaðurin sigur, at eingin løgfrøðilig forðing er fyri at brúka MobilePay-skipanina í Føroyum.
– Føroyskir peningastovnar arbeiddu fyri eini tíð síðani við at fáa MobilePay-skipanina til Føroya, men tekniskar forðingarnar høvdu við sær, at komið varð ikki á mál, sigur Høgni Hoydal.
– Ein stór teknisk forðing var, at skipanin var knýtt at donskum telefonnumrum, og at tað ikki uttan víðari bar til at seta skipanina í verk í øðrum londum eisini, leggur hann afturat.
Hann sigur, at síðani er MobilePay-skipanin broytt, og teknisku forðingarnar, sum áður vóru, eru ikki longur.
– Skipanin, sum upprunaliga er donsk, er nú løgd saman við eini sama slag norskari skipan, sum eitur Vipps, og nú verður hendan skipanin sett í verk í Svøríki og Finnlandi.
Høgni Hoydal sigur, at Vipps og Talgildu Føroyar samstarva um at fáa skipanina setta í verk í Føroyum.
– Í løtuni verður arbeitt við at knýta Vipps í tað tekniska undirstøðukervið í Føroyum, nevniliga Heldina, Landsfólkayvirlitið og Samleikan.
– Tað ber kortini ikki til at siga, nær komið verður á mál við hesum arbeiði, og tí ber heldur ikki til at siga, nær MobilePay-skipanin fer at virka í Føroyum.
Samstundis sigur Høgni Hoydal, at tað hann veit, ber til at brúka MobilePay við føroyskum kontunummari.