Tórshavnar Býráð fer nú at seta sjøtul á arbeiðið at gera ein parkeringstunnil Undir Havnini. Tunnilin skal ganga ímillum parkeringsplássið á Skálatrøð og parkeringsplássið í brekkuni í Jóannesar Paturssonargøtu. Býráðið sigur, at linjuføringin fer ikki at gera fortreð fyri jarðhitaboringum.
Umsitingin í býráðnum hevur mælt til, at býráðið samtykkir at arbeiða víðari við málinum, so at tekniski stjórin, og býarverkfrøðingurin fáa gjørt eina byggiskrá fyri tunnilin. Teir mæla eisini til, at arbeiðið verður bjóðað út í eini heildar-arbeiðstøku og at tey, sum bjóða, fáa 150.000 krónur fyri ómakin.
Ein meiriluti í Teknisku nevnd hjá býráðnum taka undir við hesi ætlanini og tey eru Tróndur Sigurðsson, Annfinn Brekkstein, Jákup Dam og Súsanna Olsen. Hinvegin atkvøður Bjørg Dam, blankt.
Parkeringstunnilin skal ganga úr Skálatrøð, niðast høgrumegin, niðan til parkeringsplássið í í brekkuni í Jóannesar Paturssonargøtu, ovast høgrumegin, við tað grønu strikuna
Men síðani hevur eisini Fíggjarnevndin hjá býráðnum samtykt málið og sostatt er eingin ivi um, at býráðið eisini fer at samtykkja tað.
Nú er ætlanin so, at tað fyrireikandi arbeiðið, eitt nú jarðfrøðiligar kanningar og kostnaðarmetingar skulu gerast og til tað arbeiðið er ætlanin at játta slakar 3,4 milliónir.
Ætlanin er, at tunnilin skal vera minst seks metrar høgur og 17 metrar breiður, tí so verður pláss fyri parkeringsplássum í báðum síðum, og gongubreyt upp á tveir metrar - men ferðslan verður einvegis.
- Skaktir kunnu verða niður til tunnilin ymsastaðni í býnum og hann kann eisini brúkast sum farleið tvørtur um miðbýin.
Umframt at vera parkeringsøki, kann ein slíkur einsrættaður tunnil eisini leiða ferðsluna oman á Skálatrøð, uttan um tær trongu gøturnar, Dr, Jakobsensgøtu, Bøgøtu, Tórsgøtu og Grím Kambans gøtu.
Hinvegin verður meiri ferðsla Skálatrøð og tað fer at merkja gøturnar í miðbýnum. Men býráðið sigur, at tað ber til at gera fleiri dekk oman á Skálatrøð, har eitt av ovaru dekkunum kann hava beinleiðis og íbinding í niðasta part av Landavegnum.