Nú verður tað staðfest, at tað verður ólógligt hjá fólki at fara út í Lítlu Dímun.
Vit hava fingið eina nýggja ferðavinnulóg og eftir henni skulu tey, sum vara av jørðini, og kommunurnar kring landið, leggja ferðavinnuna til rættis fyri hvørt øki sær.
Og nú hava stýrið fyri Lítlu Dímun, og bygdaráðið í Hvalba, staðfest, at tað er ólógligt hjá fólki at fara út í Lítlu Dímun.
Tað er stýrið fyri Oynna, sum hvalbingar og Sandvíkingar kalla Lítlu Dímun, sum hevur vent sær til bygdaráðið við málinum.
Tey staðfesta, at tey gera nógv burtur úr at menna eina ferðavinnu í Lítlu Dímun. Í hesum sambandi hava tey gjørt nógvar túrar við ferðafólkahópum út í Oynna.
Men har er brattlendi, og náttúran er viðbrekin og tí er talan altíð um túrar, sum stýrið hevur skipað fyri, og staðkendur ferðaleiðarar eru altíð við.
– Skulu vit hava eina burðardygga ferðavinnu í Lítlu Dímun, er tað neyðugt, at hon er væl skipað, sigur stýrið við bygdaráðið.
Tey siga, at tey seta trygdina í hásæti og tí halda tey ikki at tað eigur at vera loyvt hjá fólki at fara sjálvi út í Oynna.
Samstundis er aldursmark sett á fyri at sleppa í Oynna, og tað er 14 ár, tí tað krevst ein ávísur aldur fyri at ferðast trygt. Tað er eisini serstakliga ótrygt hjá ókendum fólki at fara í Oynna - umframt at streymviðurskiftini rundan um Oynna eru ikki at spæla við hjá ókunnugum fólki.
Tað er ikki trygt við eini óskipaðari ferðslu út í Oynna og tað kann eisini verða til óbótaligan skaða fyri náttúruna, sigur stýrið fyri Lítlu Dímun.
Tí vilja tey hava bygdaráðið at samtykkja, at Oyggin verður lýst sum sera vandamikið økið og at tað tað skal vera ólógligt at fara út í oynna.
Hetta tók bygdaráðið undir við og tí hevur tað samtykt einmælt at tað er ólógligt fara í Oynna uttan við staðkendum ferðaleiðara - og tað er galdandi alt árið.
Stýrið í Lítlu Dímun sigur eisini, at tey ætla sær at útbúgva ferðaleiðarar til Oynna.