Í Grasagarði í Havn er nýggjur, sermerktur bonkur settur upp. Tórshavnar Býráð sigur, at endamálið við bonkinum er at varpa ljós á demenssjúkur.
Á bonkinum stendur: »Visti tú, at alsamt fleiri fáa demens, eisini á yngri árum? Latið okkum í felag menna einar demensvinarligar Føroyar«.
Við at seta bonkin í Grasagarði vil Tórshavnar kommuna at gera sítt til til at seta sjóneykuna á demens.
Tað er Alzheimerfelagið, sum hevur gjørt benkurnar í samstarvi við Tekniska skúla í Klaksvík. Endamálið er at varpa ljós á demenssjúkur millum fólk sum heild.
Hugsanin við bonkinum er, at hann skal standa væl fyri so at hann sæst, men samstundis skal hann eggja til, at fólk seta seg eina løtu og kanska fær sær eitt prát - ella bara at njóta løtuna.
Ein hugsan við bonkinum er, at tann bjarti liturin lívgar upp og vekja ans. – Her er gott at sita og samstundis eygleiða lívið í Grasagarði, sigur býráðið.
Tann reyðblái liturin og runda sniðið hava ein leikandi dám yvir sær og saman við boðskapinum á minnisbonkinum hóskar tað væl inn í Grasagarði, har nógv børn og vaksin koma saman hvønn dag - sama hvussu veðrið er, sigur býráðið.
Eisini er bonkurin beint við Tilhaldið, har nógv eldri fólk koma dagliga.
Tann 21. septembur, tað er leygardagin, er annars Altjóða Alzheimerdagur.