Serútgáva um føroyska listasøgu í dag

Í ritinum er drúgv innleiðing um føroyska listasøgu í dag og 13 greinar um ymisk evni, alt frá evnum hjá Díðriki á Skarvanesi til list hjá Fridu Zachariassen, Titu Vinther, Hansinu Iversen, Julie Sass og Randi Samsonsen við meira

Perma á Periskop 32 við verki hjá Rannva Kunoy og mynd frá kolonisýningini í Tivoli í 1905.
gransking.fo
7. november 2024 kl. 15:51

Tíðarritið PERISKOP hevur í síni nýggjastu útgávu sett sjóneykuna á føroyska listasøgu í dag. Rit nr. 32 kallast Færøsk kunsthistorie i dag.

Í ritinum er drúgv innleiðing um føroyska listasøgu í dag og 13 greinar um ymisk evni, alt frá evnum hjá Díðriki á Skarvanesi til list hjá Fridu Zachariassen, Titu Vinther, Hansinu Iversen, Julie Sass og Randi Samsonsen við meira. Eisini eru nøkur ummæli av framsýningum. 

Millum greinarnar er ein hjá Vár Eydnudóttir um fotomyndir frá kolonisýningini í Tivoli í 1905 við heitinum Holding Hands at the Heart of Empire (Tær leiddust í hjartanum á heimsveldinum).

Í 1905 sóust fólk úr ymsum hornum av danska ríkinum hond í hond á kolonisýningini, sum kallaðist Dansk Koloniudstilling (Grønland og Dansk Vestindien) samt udstilling fra Island og Færøerne

Í greinini verða kolonial sambond úr fortíðini tikin fram við greining av myndum úr eini úrklipsbók. Tað er sannlíkt talan um bók hjá Emmu Gad, sum var høvuðsfyriskipari av framsýningini.

Greinin kann lesast her og í føroyskari týðing her

Ritstjórar av serritinum eru: Anna Maria Dam Ziska, Bart Pushaw, Nina Cramer og Anna Vestergaard Jørgensen.

Høvundarnir eru: Nivi Christensen, Jóhan Martin Christiansen, Vár Eydnudóttir, Isabelle Gapp, Hansina Iversen, Laila Mote, David W. Norman, Kinna Poulsen, Julie Sass, Maxine Savage og Lotte Nishanthi Winther. Anmeldelser af Adam Bencard, Helene Engnes Birkeli og Pauline Koffi Vandet.

Samlaða ritið kann frítt takast niður og lesast her

Beinir Bergsson hevur týtt greinarnar til føroyskt, tær síggjast niðast á hesi síðuni