Frændur spæla stóra 40 ára jubileumskonsert á Summar Festivalinum í august.
Frændur fekk stórt gjøgnumbrot frá fyrsta degi, tá ið plátan "Saman við tær" kom út. Teir komu við einum nýggjum og fangandi úttrykki í føroyskum tónleiki. Teir høvdu nakað upp á hjartað, og teir gjørdu framúrskarandi sangir.
Frændur fingu veruliga luft undir veingirnar, góvu fleiri plátir út og fingu alt størri undirtøku. Teir hava skrivað sangir til stóru føroysku fjøldina. Sangir um kærleika, frið, samfelag og tíðaranda. Og hittini eru nærum endaleys. Sangir sum “Føroyar”, “Mítt land”, “80’ini”, “Eros”, “Lívsmynd”, “Caissa”, “Dupultsong”, “Minnist tú gildið”, “Til tey stressaðu”, “Zelot” og fleiri.
Steintór Rasmussen, Rani Nolsøe og Eyðun Nolsøe hava øll árini verið oddamenn í Frændum, og aftrat sær hava teir dugnaligar tónleikarar.
Nú koma Frændur á Vágsbø at spæla eina heilt serliga konsert.
Atgongumerki kunnu keypast her: