Serstakur vindur leiddi til hitamet í Nuuk í vikuskiftinum

Ein óvanliga heit vika er farin afturum bak í Grønlandi

Ragnar Sjúrðarson
6. mars 2023 kl. 18:35

Leygardagin varð nýtt hitamet sett fyri mars mánaða í Grønlandi. Leygardagin máldi hitamálarin heili 15,2 stig í grønlendska høvuðsstaðnum. Tað skrivar danska veðurstovan DMI.

Orsøkin til óvanliga heita veðrið er fyribrigdi føn.

Føn er skjótt upphiting av luftini, sum hendur, tá vindurin kemur frá høgum lendi, og streymar niður á jarðarskorpuna. Á leiðini hitast luftin skjótt, og hitin á yvirflatuni kann í onkrum førum koma heilt upp á 30 stig uppá fáar tímar, skrivar DMI.

Føn, ella lýggjur fjallavindur sum tað eisini er kent sum, er ikki óvanligt í Grønlandi. Hetta er takkað verið tí næstan tríggjar kilometrar høga innlandsísinum og høgu fjøllunum í landinum. Tó kallar DMI 15,2 hitastig í byrjanini av mars fyri “ekstremt”.

Fyrr í vikuni rakti vindmálarin orkanstyrkju í Nuuk.