Sermerktur stuldur í skeinkistaði í Havn
Løgreglan fer nú at kanna vakmyndatól
Áki Bertholdsen
7. september 2024 kl. 12:29
Í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá stuldri - og tað var ein stuldur av tí heilt sermerkta slagnum.
Støðan var tann, at beint áðrenn lukkitíð, tóku tveir ungir mans ein leysan skilavegg ímillum tvey borð, við sær av stað.
Teir hvurvu, men tey meldaðu tilburðin. Løgreglan sigur, at nú fara tey at kanna myndir í vakmyndatólum og tað gevur teimum góðar vónir um at finna tjóvarnar - serliga tá ið tey longu hava fingið navnið á øðrum teirra, sum er undir illgruna.
Annars sigur løgreglan, at tað hevur verið lítið at gera í nátt. Tað einast, tey hava havt at gera, hevur verið at koyrt onkur fólk til hús, sum annars vóru drukkin, at tey kláraðu seg ikki sjálvi.