Mentanarnátt hevur verið í nátt og tað hevur lokkað nógv fólk í býin.
Løgreglan sigur, at eitt, sum hevur sermerkt náttina, er, at tað vóru serstakliga nógv fólk í býnum í nátt, sum vóru so deyðadrukkin, at tey kláraði seg ikki sjálvi.
Sostatt hevur løgreglan hjálpt nógvum fullum fólkum, sum hava ligið avdottin runt umkring í Havnini, á føtur aftur.
Fleiri av teimum kláraðu seg ikki sjálvi, so har tað bar til at fáa ein bústað frá teimum, vórðu tey koyrd til hús.
Men hinvegin mátti løgreglan taka trý fólk við sær á støðina at sova. Men hóast fólk vóru full, var tað friðarligt. Men ein av teimum, sum varð tikin við á løgreglustøðina, var kortini so ólátaður, at hann fær eina bót upp á 1.500 krónur við sær tá ið hann fer av støðini aftur í morgun
Hinvegin hevur tað eisini verið country-festivalur í Sørvági, men haðani hevur løgreglan einki frætt.