Serliga eru føroyskir menn eru farnir at liva longri

Hesi seinastu árini eru munurin ímillum hvussu leingi menn og kvinnur liva, munandi minkaður

Áki Bertholdsen
7. mai 2024 kl. 12:10

Hesi seinastu 40 árini, síðani 1985, er væntaði livialdurin longdur munandi, bæði hjá kvinnum og monnum. 

Serliga eru tað menn í Føroyum, sum nú liva longur enn teir gjørdu fyrr, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. 

Uppgerðin vísir, at væntaði livialdurin hjá monnum, sum verða føddir nú, er øktur gott níggju ár, ella umleið 13 prosent síðan 1985, men livialdurin hjá kvinnum er øktur sløkk sjey ár ella, útvið níggj prosent í sama tíðarskeiði.

Væntaður livialdur er hvussu leingi ein aldursbólkur í miðal hevur eftir at liva, um deyðatíttleikin annars ikki broytist

Sostatt er tað ikki ein meting av, hvussu leingi fólk í roynd og veru fara at liva. Tølini fyri væntaða livialdurin sveiggja nógv, so fyri at fáa eina meira rættvísandi mynd av gongdini og verða tey tí útjavnað, ella javngjørd, sum tey kalla tað. 

Úrslitið er, at í miðal er væntaði livialdurin hjá kvinnum, sum verða fødd nú, 85,2 ár og hann er 79,7 ár hjá monnum. 

Sí talvuna niðan fyri

Sum tað eisini sæst í talvuni, er væntaði livialdurin hjá kvinnum, hækkaður, men hann er lækkaður hjá monnum síðani seinastu uppgerðina. 

Hjá kvinnum er væntaði livialdurin hækkaður tvey ár samanborið við seinastu uppgerð, men hjá monnum er hann lækkaður eitt hálvt ár.

Í seinastu uppgerð lækkaði væntaði livialdurin umleið tvey ár hjá báðum kynum.

Hóast væntaði livialdurin hjá monnum er lægri enn í seinastu uppgerð, vísa tølini tá ið tey eru útjavnað, at langtíðargongdin heldur fram. Og langtíðargongdin er, at  

bæði hjá kvinnum og monnum er væntaði livialdurin longdur munandi seinastu árini. 

Munur er framvegis millum kynini tí kvinnur verða eldri enn menn. Munurin er tó ikki líka stórur, sum hann hevur verið, tí væntaði livialdurin hjá monnum er longdur meiri enn hjá kvinnum. 

Munurin ímillum væntaða livialdurin hjá kvinnum og monnum er minkaður úr 7,1 árum niður í 4,6 ár síðan 1985/86. 

Hetta sæst í myndini niðanfyri, sum vísir roknaða og javngjørda væntaða livialdurin hjá monnum og kvinnum síðan 1985.