Serkønur innan ítróttarsálarfrøði vitjar

Fríggjadagin 13. mai skipar FSF fyri impulsskeiði innan ítróttarsálarfrøði. Skeiðið telur sjey impulstímar til dagføring av UEFA A- og B-venjarapróvnum

Carsten Hvid Larsen - Mynd: incento.com
Sigurjón Einarsson
20. apríl 2022 kl. 23:04

Tað verður danin, Carsten Hvid Larsen, ið kemur at undirvísa, tá Fótbóltssamband Føroya, fríggjadagin 13. mai frá klokkan 09 til 16, skipar fyri impulsskeiði innan ítróttarsálarfrøði.

Innan sálarfrøði hevur Carsten Hvid Larsen drúgvar royndir í fótbóltsumhvørvinum, og hann hevur seinnu árini virkað fyri at seta sjóneykuna á sálarliga heilsu í talentmenning og úrvalsítrótti, bæði í Danmark og á altjóða fótbóltsakademium.

Carsten Hvid Larsen starvast sum lektari á granskingareindini LETS á Syddansk Universitet, og hevur harafturat tilknýti til FC Nordsjælland, og varð í vikuni settur í starv hjá DBU. Hjá danska fótbóltssambandinum kemur Carsten Hvid Larsen at hava ábyrgdina av fótbóltssálarfrøðini hjá øllum landsliðunum hjá Danmark.

Impulsskeiðið við Carsten Hvid Larsen er ætlað venjarum við UEFA A- ella UEFA B-prógvi, og telur sjey impulstímar til dagføring av próvnum. Venjarar, sum luttaka á A-venjaraskeiðnum í ár, taka eisini lut á skeiðnum.

Tilmelding fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.FSF.fo. Freistin at boða frá luttøku er mánadagin 2. mai.

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo