Amerikanski seriumordarin Rodney Alcala, dømdur fyri at hava dripið fimm ungar kvinnur og gentur í 1970-unum, er nú deyður av náttúrligum grundum. Hetta upplýsa myndugleikarnir í Kalifornia, har hann sat fastur, skrivar Ritzau.
77 ára gamli Alcala fekk í 1980 dóm fyri sítt fyrsta morð, og seinni fekk hann aðrar dómar fyri onnur morð, sum hann hevði framt frammanundan. Hann hevði deyðadóm og sat tí inni ein stóran part av lívi sínum.
Rodney Alcula gjørdist kendur sum The Dating Game Killer, tí hann var við í sjónvarpssendingini The Dating Game í 1978. Í sendingini segði hann seg vera ein vælumtóknan mótafotograf, og tað var júst hetta, hann brúkti, fyri at koma í samband við ungar kvinnur og gentur. Fleiri enn 1000 myndir av fólki vórðu funnar í goymslu hansara, tá hann varð handtikin.
Hóast hann var dømdur fyri fimm morð, meta myndugleikarnir, at hann kann hava dripið út við 130 fólk, skrivar The Guardian.