Í morgin er val í Íslandi og veljarakanningarnar geva ábendingar um, at politiska støðan verður eins óstøðug eftir valið og áðrenn. Álitið á politisku skipanina hevur verið lítið síðani kreppuna í 2008 og undarliga samgonguslitið, ið førdi til valið, og fútabannið á tíðindaflutning um forsætismálaráðharran, hevur ikki bøtt um álitið.
Baldur Þórhallsson, professari í stjórnmálafrøði, sigur við Dimmalætting, at valið hevur verið merkt av, at lítið av veruligum politiskum málum verða viðgjørd, tí vantandi álit gruggar politiska kjakið.
Íslendskur politikkur síðstu árini hevur verið merktur av kreppuni í 2008. Fleiri nýggir flokkar og persónsmál frá búskapinum áðrenn kreppuna, hava ofta sett dagsskránna. Valið hesa ferð er sum so onki undantak, tí umframt at tað vóru persónsmál, ið feldu samgonguna, sigur Baldur Þórhallsson, at valið hevur snúð seg um álit á politisku skipanina.
– Valið hevur snúð seg um, at avgerðir hjá ráðharrum skulu takast fyri opnum tjøldum, og at umsitingin av landinum skal vera gjøgnumskygd. Hetta er alt tengt at, hvussu samgongan slitnaði og nú seinni eisini, at tað var bannað blaðnum Stundin at skriva um upplýsingar, sum tey høvdu úr gamla bankanum Glitnir, har forsætisráðharrin átti partabrøv, greiðir Baldur Þórhallsson frá.
– Trupuleikin hjá íslendskum politikkarum er, at tað sum heild er lítið álit á teimum. Soleiðis hevur tað verið síðani kreppuna. Veljarakanningar vísa, at veljarin ikki bara hevur lítið álit á politikkarum, men næstan helvtin av veljarunum heldur eisini, at politikkarar eru beinleiðis korruptir. Spurningarnir søgdu onki um, hvat ítøkiliga er meint við korruptión, men tað, at íslendska fólkið ikki hevur álit á politikkarum og tað, at helvtin av veljarunum heldur politikkararnar vera korruptar, hevur ført íslendskan politikk inn á eina breyt, ið hevur verið grundin til, at tvær tær seinastu samgongurnar eru falnar, sigur Baldur Þórhallsson.
Dimma pluss lesarar kunnu lesa eina longri samrøðu við Baldur Þórhallsson HER