Serfrøðingur innan talgilda branding á TONIK 2024

Valeria Prada hevur arbeitt við merkjum sum Ferrari, H&M, Samsung og Heineken

Fríðmundur Nattestad
5. apríl 2024 kl. 21:00

Stórsligna altjóða tøkniráðstevnan TONIK verður í SILO í Sjóvinnuhúsinum í Havn 3. mai 2024.

Endamálið við ráðstevnuni er at føroyska tøknivinnan og íverksetarar fáa ein kveikjandi og savnandi pall, við beinleiðis íblástri frá fremstu føroysku og útlendsku serfrøðingunum, royndum fyritøkum, íverksetum og íleggjarum. Ráðstevnan er eisini ætla til knýta sambond og at deila vitan.

25 fyrilestrarhaldarar úr londum kring allan knøttin fara at hava framløgur á trimum pallum um nýggjastu kósirnar innan tøkni, nýskapan og íverksetan.

Ein av hesum fyrilestrarhaldarunum er Valeria Prada. Hon er sponsk og er ein fjøltáttaður sniðgevi og listakvinna, sum arbeiðir við branding, visuellum samleika og digitalari sniðgeving, umframt tónleika- og listaverkætlanum. Hon hevur m.a. stovnað Valeria Prada Studio.

Valeria hevur meira enn 10 ára royndir innan sniðgeving og hevur eisini royndir innan teknimyndagerð, klædnasniðgeving og samvirkna list.

Valeria hevur arbeitt við sera fjøltáttaðum fyritøkum, alt frá bilum, til klædnaídnaðin og altjóða hotel ketur. Hon hevur m.a. arbeitt við talgildari branding fyri Hotel Sheraton, Volksvagen, Samsung og Red Bull.

Valeria er skapandi við einum gløggum eyga fyri geometri, litum og samanseting og hon er eldhugað og elskar at hugsa út úr eskjuni. Hon hevur áhaldandi endurskapt seg sjálva og ogna sær nýggjar førleikar innan m.a. 3D, rørslur, myndatøku, 3D prent, 360 projektión og video. Eisini er Valeria ein eftirspurt listakvinna, sum hevur listasýningar kring heimin.

Les meira um ráðstevnuna á tonik.fo