Serfrøðingur: Apple fer at selja bíligari teldur

Í vár kann Apple-fyritøkan lækka prísin munandi á einum úrvali av farteldum. Apple hevur altíð vunnið sær góðan pening við...

Alda Nielsdóttir
6. mars 2018 kl. 10:38

Í vár kann Apple-fyritøkan lækka prísin munandi á einum úrvali av farteldum.

Apple hevur altíð vunnið sær góðan pening við at vera Apple. Fyritøkan hevur kunnað kravt ein hægri prís fyri vørur sínar enn kapingarneytarnir, av tí at sjálvt merkið Apple hevur við sær ein ávísan eksklusivitet. Men tann tíðin er helst farin, sigur ein av fremstu Apple-serfrøðingunum.

Marknaðargreinarin Ming-Chi Kuo úr KGI Analytics er kendur fyri sínar Apple-spádómar. Hann hevur næstan altíð rætt, tá tað kemur til komandi ætlanir hjá Apple, tí hann hevur gott samband við fólk á teimum fabrikkunum í Kina, har vørurnar hjá Apple verða framleiddar.

Hesaferð hava keldurnar sagt Kuo, at Apple ætlar at kappast við bíligar Windows-teldur við at gera Mac-teldur, ið vera bíligari enn tær, ið fáast í handlunum nú. Tað snýr seg serliga um MacBook Air-røðina, ið tey flestu annars høvdu væntað, at Apple fór at steðga við at framleiða.

MacBook Air er ikki dagførd ofta tey seinastu árini, og í 2016 tók Apple 11-tumma-útgávuna av marknaðinum.

Tech-miðlar og serfrøðingar væntaðu tí, at 13-tumma-útgávan fór at verða tann næsta, ið fór, serliga tí nýggja Apple-teldan, MacBook, hevur ein 12-tumma-skíggja og virkaði sum ein sjálvskrivaður arvtakari.

Sum nú er skal man í Føroyum gjalda næstan 9000 krónur fyri eina MacBook Air. Í USA kostar hon 999 dollarar, ið svarar til uml. 6000 krónur. Ming-Chi Kuo væntar, at hesin prísurin verður lækkaður.

Enn torur hann ikki at gita, hvussu nógv prísurin fer at lækka. MacBook Air varð dagførd í juni í fjør, og allarhelst verður hon dagførd enn eina ferð, tá prísurin lækkar.

Hendan broytingin fer at føra Apple-teldur niður á eitt prísstøði, har man higartil bert hevur funnið Windows-teldur, og tað kann hava við sær, at alsamt fleiri fólk fáa atgongd til MacBook Air.

Seinastu árini er sølan av Apple-vørum minkað, og ein roynd at røkka út til fleiri kundar kundi verið sjálvsagt.