Serena Williams verður ikki til US Open

Skaðin frá Wimbledon ger framvegis um seg, og 39 ára gamla Williams hevur tikið avgerð um at taka seg úr kappingini

Steinar Patursson
25. august 2021 kl. 17:05

Serena Williams hevur nú boðað frá, at hon verður noydd at trekkja seg frá US Open, sum byrjar 30. August.

Serena Williams boðaði frá tíðindunum á instagram, har hon skrivar, at hon er ikki liðug at lekja frá skaða í hælsinuni.

Serena Williams er sostatt ein í einari røð av tennisprofilum, ið hava takkað nei til US Open open í ár. Roger Federer og Rafa Nadal hava báðir tikið seg úr kappingini vegna skaðar, og tað hevur US Open vinnarin frá í fjør, Dominic Thiem eisini gjørt.

Williams fekk skaðan, ið hon stríðist við, í fyrsta umfari av Wimbledon í summar, har hon noyddist at gevast í dystinum móti Aliaksandra Sasnovich úr Hvítarusslandi.

Williams mátti eisini taka seg úr Cincinnati Open í farnu viku orsakað av skaðanum.

Serena Williams er 39 ár og hevur vunnið US Open seks ferðir.

Tilsamans hevur Serena Williams vunnið 23 Grand Slam kappingar, bert eina færri enn Margaret Court.