Við einum greiðum sigri á Danku Kovinic úr Montenegro á Arthur Ashe Stadium, tá US Open fór av bakkastokki í gjár, byrjaði Serena Williams sítt farvæl til tennisítróttina.
41 ára gamla Serena Williams hevur fyrr í mánaðinum gjørt greitt, at hon hevur ætlanir um at leggja kettjaran frá sær eftir US Open, nú hon hevur verið yrkistennisleikari síðan 1995.
Hóast eina tunga byrjan í dystinum móti Kovinic við fimm dupultfeilum, kom Williams seg skjótt, og restin av dystinum tóktist tá mestsum ein avgreiðsluspurningur.
Williams er seinasta árið dottin niður á 413. pláss á WTA styrkilistanum – millum annað orsakað av skaða - men hetta sást ikki aftur á høvuðsvøllinum í Flushing Meadows í gjár, har hon hevði stillað kanónirnar og bumbaði vinnarar framvið Kovinic bæði til vinstru og høgru – stundum beinleiðis frá servuni hjá Kovinic.
Williams vann við settúrslitunum 6-3 6-3.
Spurningurin er so, um næsta uppgávan hjá Williams verður eins skjótt avgreidd, tí í øðrum umfari møtir hon Anett Kontaveit, ið sum er seedað sum nummar tvey til kappingina.
Serena Williams er eisini meldað til doubles kappingina saman við systrini, Venus Williams.
Williams gjørdist professionellur tennisleikari í 1995, bert 14 ára gomul, og í 1999 vann hon sína fyrstu kapping í Open Gaz de France. Seinni sama ár vann hon eisini sína fyrstu grand slam kapping, tá hon sigraði á Martinu Hingis í US Open finaluni.
Higartil hevur Serena Williams vunnið ikki færri enn 23 grand slam meistaraheiti, ið er bert eitt meistaraheiti færri enn metið, ið Margaret Court hevur.
Spurningurin er so, um Serena Williams megnar at koma ájavnt við Margaret Court, nú hetta eftir øllum at døma verður hennara seinasta Grand Slam kapping.