Serbygt skip úr Kina hevur damlað undir Føroyum í fleiri dagar

Fólk við skili fyri slíkum halda, at siglingarmynstrið bendir á, at tað ger mátingar

Áki Bertholdsen
24. juni 2024 kl. 15:31

Sum vit skrivaði í áðni, hevur eitt serbygt, kinesiskt skip ligið undir Føroyum í fleiri dagar.

Talan er um eitt skip til heilt tungan farm, ein »Heavy Load Carrier«, sum tað kallast á enskum.

Tað hevur ligið her í meiri enn eina viku, her tað hevur siglt runt.

Kort frá fishin.fo, vísa, at ofta hevur tað siglt seint, ímillum 2 og 3,5 míl. Tær svørtu strikurnar vísa, nær tað hevur siglt ímillum 2 og 3,5 míl, tær hvítu strikurnar vísa, at tað hevur siglt antin spakiligari ella skjótari enn tað.

Tann reyða strikan er føroyska sjómarkið og tær bláu strikurnar eru sjókaðalar.

Fólk, sum hava skil fyri slíkum siga, at tað er sera nógv sum bendir á at talan er um okkurt slag av sjóuppmáting.

Myndugleikarnir í Føroyum hava onga viðmerking yvirhøvur. Vørn beindi okkum til Arktisk Kommando, men hagani verður bara sagt, at tey vita av skipinum og at tey fylgja við tí.

Tað er Umhvørvisstovan, sum hevur við sjóuppmáting at gera, men Stein Fossá, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, sigur, at tey vita einki um skipið.

Hann sigur eisini, at gera skip uppmátingar á føroyskum sjóøki, skulu tey søkja Umhvørvisstovuna um loyvi til tað - men á Umhvørvisstovuni hava tey ikki frætt nakað um hetta skipið og tey hava ikki søkt um nakað loyvi