Tað smakkaði ógvuliga væl, at tað í kvøld eydnaðist kvinnulandsliðnum í fótbólti at vinna trivaligan sigur ímóti Andorra. Úrslitið var 4-0 eftir 1-0 leiðslu í hálvleikinum, og kvinnurnar og føroyski hópurin yvirhøvur var lættur og stórfegnaðist, og tað var ikki so undarligt.
Tað hevur leingi verið tungt hjá kvinnulandsliðnum. Signe Pries Andersen hevur verið venjari í eitt ár. Fyrsti dysturin hjá nýggja venjaranum var 22. september í fjør, tá ið tað í Nations League endaði við 1-0 tapi á heimavølli ímóti Montenegro.
So taptu nýggi venjarin og Føroyar níggju dystir á rað. Samlaði málmunurin í hesum níggju dystunum var 2-25. Tølini siga, at stóri trupulleikin hevur verið, at tað hevur gingið so illa at skjóta mál, og burtursæð frá 9-0 tapi á útivølli ímóti Montenegro og 3-0 tapi á heimavølli ímóti Albania og 5-1 tapi í Montenegro, so hevur talan verið um tap við einum og tveimum málum.
Undan heimadystinum ímóti Andorra í kvøld var hugburðurin í føroysku leguni, at nú ráddi tað um at skora mál og vinna, og úrslitið sigur, at tað eydnaðist í ríkiligt mál. Tvey tey fyrstu málini vórðu skorað við høvdinum og eftir horna, og triðja málið varð skorað eftir gott frísparksinnlegg. Fjórða málið varð skorað eftir uppspæl í høgru og flatt innlegg.
Í kvøld verður spent frá, men longu nú eru tær farnar undir fyrireikingarnar til næsta avbjóðingina. Hon verður longu týsdagin, tá ið Føroyar fáa vitjan av Grikkalandi. 5. apríl spældi føroyska liðið EM undankappingardyst á útivølli ímóti Grikkalandi, sum átti heimavøll á Kreta. Tað endaði við teprum 1-0 heimasigri, og føroyska liðið iðraði seg um, at tað ikki eydnaðist at umseta onkran av góðu møguleikunum til mál.
Ímóti Andorra eydnaðist tað at skora fýra mál, og tað ber til at ímynda sær, at tá ið tað loksins av álvara eydnaðist at fáa ferð á málskjótingina, so kann tað fara at vísa seg í øktum sjálvsáliti, tá ið Grikkaland týsdagin verður mótstøðuliðið.
Føroyar og Grikkaland hittast á Tórsvølli týsdagin 4. juni klokkan 16.45.
Føroyar – Andorra 4-0 (1-0)
Kvinnur EM undankappingardystur
Fríggjadagin 31. mai 2024 kl. 16.45 á Tórsvølli
1-0: Sunniva Willemoes 25.
2-0: Ásla Johannesen 48.
3-0: Birita Ryan 67.
4-0: Petra Hoydal 79.
Dómarakvartett: Marisca Overtoom úr Niðurlondum, Ashley de Haan úr Niðurlondum, Melissa Joos úr Týsklandi og Sterre Bijlsma (4. dómari) úr Niðurlondum
Føroyar: Valborg Østerø – Sara Samson Lamhauge, Birita Ryan, Tórunn Højgaard Joensen – Jensa Tórolvsdóttir, Rúna Jacobsen, Sunniva Willemoes (Sanna Svarvadal, 85.), Ásla Johannesen (Mona Rasmusdóttir, 85.) – Fridrikka Klementsen (Lea Lisberg, 75.) , Heidi Sevdal (Petra Hoydal, 62.), Eyðvør Klakstein (Durita Hummeland, 62.)
Á beinkinum uttan at vera skiftar inn: Eyðgerð Mikkelsen, Lea Lisberg, Rebekka Benbakoura, Julia Naomi Mortensen, Tóra Mohr
Gult kort: Durita Hummeland
Venjari: Signe Pries Andersen