Tað gekk væl hjá teimum føroysku svimjarum sum høvdu kvalifiserað seg til fyrsta finalukvøld á NM/NJM 2023 í Tartu í Estlandi. Bartal setti føroyskt met í 100 bringu, Líggjas vann sær gullnál í 400 frí, og Isak var bara tríggjar hundrapartar frá bronsuni í 100 firvald.
í 400 frí fyri junior-kvinnur varð Róa Trygvadóttir (2008) Ægir nr 8 við 4:33.02
í 400 frí fyri junior-menn varð Líggjas Joensen (2008) Ægir nr 6 við 3:55.22. Hetta var persónligt met, og hartil nóg skjótt til at hann hervið hevur vunnið sær gullnál
í 200 firvald fyri junior-kvinnur varð Jóhanna Ólavsdóttir (2007) FS nr 5 við 2:23.43
í 100 firvald fyri junior-menn varð Isak Brisenfeldt (2006) HS nr 4 við 55.29. Hetta var persónligt met, og er Isak nú næstskjótasti føroyingur nakrantíð í hesi grein
í 100 bringu fyri para-menn varð Andrias Mellemgaard (2009) HS nr 7 av øllum við 1:37.61, og nr 1 í bólkinum SB9
í 100 bringu fyri menn varð Bartal E. Eidesgaard (2003) HS nr 6 við 1:02.19. Hetta var persónligt met, og hartil stórt nýtt føroyskt met
kelda: svimjing.com