Sera góð estetisk úrslit í Finnlandi

Øll føroysku liðini vunnu seg víðari í finalurnar, sum vera fyrrapartin í morgin sunnudagin.

Myndir: Fimleikasamband Føroya
Føroya Fimleikasamband
16. mars 2024 kl. 23:45

Fýra føroysk estetisk fimleikalið taka í hesum døgum lut í altjóða kappingum í Finnlandi, og tað gongur sera væl hjá teimum.

 Tvey føroysk lið eru við í World Cup kappingini hjá kvinnum. Lyra úr Ljósinum gjørdi ikki mætari enn at fáa besta úrslit eitt føroyskt lið nakrantíð hevur fingið, tá tær vunnu seg í finaluna á einum fjórða plássi. Hulda úr Havnar Fimleikafelag kom eisini í finaluna á einum 7. plássi. 15 lið úr 7 londum vóru við í kappingini.

Í unglingakappingini Challenge Cup vóru eisini tvey føroysk lið. Rósan úr Støkk gjørdist nummar 7 á veg í finaluna og teimum á baki kom Mira úr Havnar Fimleikafelag, sum gjørdist nummar 8.

Sostatt komu øll tey luttakandi føroysku liðini víðari til finalurnar, sum vera fyrrapartin í morgin sunnudagin.