Sera døpur tøl í nýggjari kanning: Ungdómurin flýggjar úr Føroyum

Tað er spell, at tey allarflestu av teimum ungu í Føroyum føla seg noydd at fara at landinum, sigur rektarin á Fróðskaparsetrinum

Áki Bertholdsen
11. november 2024 kl. 12:12

Tað er bara ein fimtingur av elstu miðnásmsskúlanæmingunum ætlar at útbúgva seg víðari í Føroyum. Hetta eru tey døpru tølini í eini nýggjari kanning á miðnámsskúlanum, Glasi.

Hagstovan hevur leingi víst á døpur tøl um at tey ungu flyta av og at bara helvtin av teimum kemur aftur higar. Hetta hevur stórar avleiðinginar bæði sosialt og fíggjarliga.

Nú vísa nýggj tøl frá Hægri Námi á Glasi, at støðan er ring.

Á tiltaki í Norðurlandahúsinum í síðstu viku spurdi Finn Jensen, dekanur, miðnámsskúlanæmingar, hvar tey ætlaðu at taka sína hægri útbúgving. Yvir 550 ganga á seinasta ári á miðnámi, og 262 svaraðu spurninginum.

Bara 22 prosent svaraðu, at tey vildu taka sína útbúgving í Føroyum. Restin ætlar sær av landinum, nógv tann størsti parturin til Danmarkar.

Á stóra tiltakinum í Norðurlandahúsinum vóru Setrið, Hægri nám, Yrkisdepilin og aðrir føroyskir útbúgvingarstovnar umboðaðir. Har vóru eisini hægri lærustovnar úr mongum øðrum londum.

- Hetta eru sera døpur tøl, sigur Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, í tíðindaskrivi.

– Vit hava nógvar góðar útbúgvingar í Føroyum, bæði á Setrinum, á Hægri Námi, Vinnuháskúlanum, og aðrastaðni.

Men vit síggja væl, hvar størsti trupulleikin er, sigur hann. Tey útlendsku universitetini dyrgja eftir føroyskum ungum við góðum møguleikum fyri lestrarbýlum, og her eru Føroyar bara ikki kappingarførar.

– Ung vilja standa á egnum beinum, og tað er spell, at meginparturin av okkara ungu føla seg noydd at fara av landinum fyri at kunna tað, sigur hann.