Fríggjadagin 17. februar skrivaði Reiðarafelagið fyri Handilsskip undir semju við Maskinmeistarafealgið og Fiskimannafelagið. Semjurnar eru á sama støði sum aðrar semjur í samráðingarrundini hjá Føroya Abeiðsgevarafelag fyri 2022-2024
Sáttmálarnir við Maskinmeistarafelagið og Fiskimannafelagið eru longdir við tveimum árum fram til 1. mars 2025.
Lønin hækkar 1. mars 2023 við 3,8 prosentum og 1. mars 2024 við 4,04 prosentum. Harumframt eru aðrar tillagingar í sáttmálunum.
Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur seks sáttmálar við Maskinmeistarafelagið og Fiskimannafelagið.
Við hvørt felag er ein høvuðssáttmáli og tveir sersáttmálar fyri frálandaskip.
Kelda: Vinnuhúsið