Semja um sáttmálarnar fyri Føroya Tele og Posta
Semja var um ein útreiðslukarm á 4,32% fyrra árið, og 3,87% seinna árið
industry.fo
6. desember 2024 kl. 19:35
Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið undirskrivaðu tann 4. desember 2024, undir nýggjan tvey ára sáttmála fyri Føroya Tele og Posta.
Semja var um ein útreiðslukarm á 4,32% fyrra árið, og 3,87% seinna árið. Karmurin er á sama støði sum aðrar semjur hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag í verandi samráðingarrundu, sum byrjaði við samráðingunum við arbeiðarafeløgini.
Sáttmálar og lønartalvur verða nú dagførd, og løgd á heimasíðu okkara skjótast gjørligt.