Semja um sáttmálan fyri Vága Floghavn
Partarnir eru samdir um eina lønarhækking tann 1. januar 2025 á 4,32% og tann 1. januar 2026 á 3,87%
industry.fo
6. desember 2024 kl. 18:20
Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið undirskrivaðu tann 4. desember 2024, undir nýggjan tvey ára sáttmála fyri Vága Floghavn.
Partarnir eru samdir um eina lønarhækking tann 1. januar 2025 á 4,32% og tann 1. januar 2026 á 3,87%. Karmurin er sostatt á sama støði sum allar undanfranu semjunar í hesum samráðingarumfarinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Sáttmáli og lønartalva verða nú dagførd, og løgd á heimasíðu okkara skjótast gjørligt.