Semja um samgongu í Hollandi

Hollendarir fóru á val tann 15. mars í ár. Í dag, sjey mánaðar eftir valið, er líkt til, at semja er gjørd um samgongu

Guðrun í Jákupsstovu
9. oktober 2017 kl. 11:33

Síðan valið í Hollandi tann 15. mars í ár, eru 208 dagar farnir, uttan at samgonga er blivin skipað.

Hollenska valið í ár var spennandi, tí ilt var at gita hvussu fór at gangast tí sera umstrídda politikaranum, Geert Wilders. Wilders er kendur og umstríddur fyri sín sera høgrapopulistiska politikk.

Ongland hevði atkvøtt fyri Brexit árið fyri, og Donald Trump var blivin valdur forseti í USA nakrar mánaðar eftir. Tískil var tann stóri spurningurin til hollenska valið, um høgrapopulisman eisini fór at vinna sær politiskan sess har. Men so varð ikki.
Mark Rutte, fyrrverandi forsætisráðharri, og formaður í flokkinum, VVD, vann valið.

Og nú er líkt til, at Holland endiliga fær eina stjórn. Tað skrivar enska blaðið, the Guardian.
Tað hevur aldrin tikið so langa tíð hjá hollendingum at bíða eftir at samgonga var skipað.

Í morgun boðaði Mark Rutte frá, at helst fór samgonga at blíva skipað millum hansara flokk, VVD, liberala flokkin D66 og tveir kristiligar flokkar.
D66 hevur sera liberalar meiningar á mongum økjum, millum annað innanfyri spurningin um fría fosturtøku, rættindi hjá LGBTQ-fólkum og aktiva deyðshjálp. Hesar hugsjónir renna ofta saman við hugsjónunum hjá teimum kristnu flokkunum, og tí er áhugavert hvussu hetta samstarvið man fara at ganga.

Tað er tó líkt til, at semja er funnin um størri mál, so sum skattamál, heilsuverk, útbúgving og handfaring av flóttafólki.