Nú skal talið á útlendingum, sum sleppa at flyta til Føroya, avmarkast. Tað staðfestir Aksel V. Johannesen, løgmaður, í ólavsøkurøðuni. Og nú Løgtingið viðgerð ólavsøkurøðuna, er greitt, at hetta er eitt sjónarmið, eisini andstøðan tekur undir við.
Løgmaður staðfestir, at í Føroyum búgva nú fólk úr 134 ymsum londum og umleið 2.000 fólk eru úr øðrum londum enn norðurlond.
Hann sigur, at í 2022 komu 1.600 útlendingar til Føroya og í fjør komu 1.400 útlendingar til Føroya. Heldur hendan gongdin fram - og eingin flytur av landinum aftur, eru 15.000 útlendingar fluttir higar um 10 ár. Tann gongdin kann ikki halda fram, tí so nógvum fólkum klára vit ikki at integrera, sigur hann. Hann leggur afturat, at fólk, sum giftast til Føroya er ein onnur søga, tí tey fáa tilknýti til føroyska samfelagið, og tær føroysku familjurnar, so tað eru ikki tey, hann hugsar um í hesum føri.
– Javnan taka trupulleikar seg upp, tá ið mentanarmunurin er stórur, tí útlendingar einki tilknýti hava til land og fólk - og tá ið manglandi, málsligir førleikar gera samskiftið trupult.
– Okkara viðbrekna samfelag má ikki skeiklast og nú eru vit á markinum til hvat vit klára, sigur løgmaður.
– Tí mugu vit tátta í tí tann stóra tilflytingin tyngir okkara skipanir - serliga dagstovnar og skúlar, leggur hann afturat.
Hann veit, at hetta kann elva til ótryggleika ímillum føroyingar og tí má tilflytingin stýrast neyvt. – Vit síggja jú avleiðingarnar av miseydnaðari integratión nógvastaðni í Evropa, sigur løgmaður.
Hann sigur at tey, sum koma higar at arbeiða, nøkta ein stóran tørv. Men vit kunnu ikki taka ímóti fleiri, enn vit megna at integrera.
– Vit skulu hava skipanir, sum tryggja vinnuni atgongd til neyðuga arbeiðsmegi. Men vit mugu eisini hugsa um samanhangsmegina í samfelagnum.
Løgmaður vísir á, at serliga arbeiðsloyvini ígjøgnum fast-track skipanina hevur elvt til stóra tilflyting. Tað er ein skipan, sum ger tað smidlari hjá føroyskum fyritøku at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya.
Men tað fer væntandi at tálma tilflytingini, at nú eru krøv sett til, at tey, ið vilja hava familju sína higar eisini sjálv skulu megna at forsyrgja henni.
Aksel V. Johannesen sigur, at samgongan er í ferð við at endurskoða útlendingalógina og somuleiðis er ein nýggj integratiónslóg á veg.
Endamálið er at fáa fólk væl inn í føroyska samfelagið bæði málsliga og mentanarliga. Tey skulu vita, hvørji rættindi tey hava, og hvat vit vænta av teimum, sigur løgmaður. Og tað verður eisini eitt krav, at tey skulu læra seg føroyskt.
Í morgun hava allir flokkar í andstøðuni boðað frá, at teir taka undir við, at táttað verður í á hesum øki. Tað hava talsmenninir fyri báði Sambandsflokkin, Fólkaflokkin, og Miðflokkin, boðað frá.