Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna hava í dag skrivað undir semju um nýggjan sáttmála

Sigurjón Einarsson
12. mai 2021 kl. 09:50

Sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2020, og vóru partarnir á fyrsta samráðingarfundi tann 26. november í fjør. Síðan tá hava partarnir verið á fýra fundum, til partarnir hin 28. apríl samdust um at boðsenda semingsstovninum.

Semingsstovnurin legði í dag semingsuppskot fram, ið báðir partar tóku undir við.

Semjan er fyri tíðarskeiðið 01.10.2020 – 31.12.2022.

Lønarhækkanin er á sama støði sum semjan millum handverkarafeløgini og Fíggjarmálaráðið.

Kelda: Kommunala Arbeiðsgevarafelagið